mv. Jasmine

Ísraelskt/grikst cruiseskip, konsulentsýn

 

Jasmine er eitt uml. 140 m langt ísraelskt/grikst skrásett cruiseskip til 750 ferðafólk, sum siglir cruisesigling í Miðalhavinum út frá Haifa í Ísrael. Skandinavisk áhugamál høvdu ynski um at kanna, um hetta skipið var egnað til sigling í øðrum farvatni og um tað lat seg gera at skráseta skipið í Skandinavia. Í tí sambandi gjørdu vit eitt sokallað konsulentsýn meðan skipið lá í Pireaus í Grikkalandi, sum grundarlagi fyri eini frágreiðing, sum útgreinar hesi viðurskifti.