mt. Enniberg

Hydrofonmátingar á Enniberg í samb. við motorskift

 

Í samband við útskifting av framdriftsútgerð og høvuðsmotori frá 3.600 til 4.500 kW hevði reiðaríið áhuga at vita, hvussu umbyggingin ávirkaði ljóðviðurskiftini frá skrúvuni eftir motorútskiftingina í mun til áðrenn. Umbyggingin bleiv gjørd hjá Mest á Skála, meðan vit gjørdu hydrofonmátingarnar áðrenn og eftir motorútskiftingina.