mt. Vardberg

Norskur hekkutrolari, motorútskifting, umlegging til tungolju,

 

mt. Vardberg er fyrrverandi føroyskt skrásetti verksmiðjutogarin Varðberg, ex. African Viking. Skipið er skrásett í Belize, men reiðaríið er norskt við áhugamálum á skipasmiðjusamtakinum Westcon í Ølensvåg (sama skipasmiðja, sum hevur bygt Fagraberg, ex. Krúnborg). Í samband við motorútskifting frá einum Deutz 4.000 hk til ein Wärtsila 7.500 hk og umlegging til tungolju gjørdu vit allar klassa- og arbeiðstekningar og avgreiddu alla myndugleikagóðkenningar. Tann nógv størri motorurin kravdi nógv av stabilitetinum og  bleiv ein 250 tons tungur stálkjølur sveisaður upp undir skipið. Eisini hetta   arbeiði  gjørdu vit allar tekningar av og avgreiddu við klassa eins og eftirfylgjandi hallroynd og stabilitetsútrokningar (sí eisini African Viking).