mt. Rókur

Hydrofonmátingar av mt. Róki og mt. Lerki

 

Vit hava saman við Radioservice útvegað útgerð til ljóðmáting í sjógvi og hava gjørt ein hóp av mátingum serliga av skrúvugangi. Soleiðis hava vit fingið til vega eina database fyri samanberlig ljóðviðurskifti fyri ymisk skip. Vit hava mált ljóðviðurskiftini á partogarunum Rókur og Lerkur, samanborið og optimerað við pelatrekk og oljunýtslu.