Um Sjótek

spf. Sjótek er stovnað 1992 sum ráðgevandi skipsverkfrøðingafyritøka.

 

Endamálið er at veita ráðgeving og vegleiðing innan skipasmíð, bæði tá ið tað snýr seg um nýbygging, umbygging og umvæling. Við meira enn 40 ára royndum innan økið á bæði føroyskum og útlendskum skipasmiðjum, har vit hava verið við til bygging av meiri enn 50 nýbygningum og ein hóp av umbyggingum og umvælingum, hava vit hollan kunnleika innan økið.